Kirkjustova

Arnes Minde eitur nú Kirkjustova

Longu fyri sløkum 25 árum síðan vendi kirkjuráðið fyri Havnar kirkju sær til Tórshavnar kommunu um møguleikan at yvirtaka ognina Arnes Minde, sum er rættiliga stórur og serstakur bygningur á horninum millum Bringsnagøtu og Kirkjuveg.

Tá var nógv virksemi í húsunum, so hetta lat seg ikki gera tá, men býráðið samtykti, at um húsið einaferð gjørdist tøkt, so kundi kirkjan yvirtaka tað.

Havnar kirkja hevur havt sera trongar umstøður, og í 2014 tók kirkjuráðið spurningin framaftur.

Tað, sum var spennandi við hesi verkætlan var, at kirkjan ætlaði at vera við til at skapa eitt livandi umhvørvi á Bryggjubakka. Tí umframt arbeiðið hjá kirkjuni í sambandi við gudstænastur og onnur kirkjulig tiltøk, so var eisini ætlanin hjá kirkjuni at hava ymisk mentanarlig tiltøk, so sum konsertir, framsýningar, kafé og hugnakvøld.

Les meira

Kirkjustova

Mikudagin 18. januar 2023 var ein stórur dagur fyri Havnar kirkju. Tá skrivaði formaður kirkjuráðsins undir sáttmála við Valbjørn Dalsgarð, sum saman við Arkitektar99 fer at standa fyri stóru umvælingini av Kirkjustovu. Ein spennandi tíð fyri framman.

Jarðhita

Jarðhitin er liðugt borðaður, borað bleiv niður á áleið 300 m.

Kirkjustova reist

Arbeiðið gongur eftir ætlanini. Arbeiðið verður væntandi liðugt í apríl 2024.