Konfirmatión

 

Konfirmatiónirnar í Havnar kirkju eru:
Um várið: Pálmasunnudag.
Um heystið: sunnudagin, tá ið heystfrítíðin byrjar.

Vanliga ganga børnini til prest, tá ið tey ganga í 7. flokki ella í 8. flokki.

Tey, sum skulu konfirmerast um várið, byrja at ganga til prest eftir summarfrítíðina og halda fram til jólafrítíðina. Tey, sum skulu konfirmerast um heystið, byrja at ganga til prest í januar og halda fram til summarfrítíðina.

Boðað verður frá í miðlunum og í skúlanum, har børnini ganga, áðrenn konfirmantarnir møta til fyrireiking fyrstu ferð.

Fyrstu ferð konfirmantarnir møta til fyrireiking, hava teir dóps- ella navnabræv við.

Konfirmatiónsfyrireiking

Konfirmatiónsfyrireikingin er tvær ferðir um árið.

Tann fyrra byrjar tíðliga í januar og tann seinna byrjar seinnu helvt í august.