Dópur

 

Ring til skrivstovuna í Havnar kirkju á telefon 313900 og avtala, nær og hvar dópurin skal verða.
Skrivstovan er opin týsdag – fríggjadag frá 16.30 – 18.00.
Tú kanst eisini senda ein teldupost á havnar@kirkja.fo
Set teg í samband við skrivstovuna í góðari tíð.

 

Tey, búsitandi í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, skulu lata Havnar kirkju:

  1. Navnið á barninum, samsvarandi navnalóggávuni og galdandi reglum.
    Navnalistin er at finna á heimasíðuni hjá Málráðnum: malrad.fo
  2. Avrit av dópsbrøvunum hjá foreldrum barnsins.
  3. Avrit av vígslubrævinum hjá foreldrum barnsins.
    Eru foreldrini ógift skal avrit av faðirskapsakini latast skrivstovuni.
  4. Nøvn á faddrum.
    Faddrarnir skulu vera doyptir við einum kristnum dópi og vera konfirmeraðir ella vera um konfirmatiónsaldur.
  5. Bústaðin hjá foreldrunum.


Tey, sum eru búsitandi uttanfyri Suðustreymoyar eystara prestagjald, skulu lata sóknarprestinum í heimstaði teirra tað sama sum nevnt omanfyri.

 

Tey, bústitandi uttanlands, skulu lata Havnar kirkju:

  1. Telefonnummar (útlendskt og føroyskt).
  2. Navn á sjúkrahúsi, har barnið er føtt.
  3. Avrit av navnabrævi barnsins (Barnið verður navngivið, har tit búgva).
  4. Bústaður uttanlands.
  5. Yrki hjá mammu og pápa.
  6. Nøvn og bústaðir hjá gummum og gubbum.
  7. Avrit av persónsattest barnsins.
  8. Avrit av vígslubrævinum hjá foreldrunum.
  9. Avrit av dóps- ella navnabrøvum hjá foreldrunum, um foreldrini ikki eru gift.
  10. Avrit av Omsorgs- og ansvarserklæring, um foreldrini ikki eru gift.

Dópurin

Dópurin er eitt sakramenti, tað merkir:
ein heilag gerð innsett av Jesusi sjálvum undir sjónligum tekni, sum er vatnið.