Gudstænasta á ovara vølli í Gundadali 2. hvítusunnudag

2. hvítusunnudag kl. 11.00 verður stóra útiguðstænastan á ovara vølli í Gundadali.

GHM og Havnar Hornorkestur fara aftur í ár at spæla til sálmasangin. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar prædikar, og Hanus Pál Jógvansson sigur eina søgu fyri børnunum.

Prestarnir siga, at tað er ikki neyðugt at hava sálmabók við, tí sanghefti er gjørt til guðstænastuna. Dentur verður lagdur á, at hetta er ein guðstænasta fyri øll.

Eftir guðstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í Badmintonhøllini við onkrum afturvið. Okkurt gott er eisini til børnini.

Vegna fyriskipararnar
Sóknarprestarnir og kirkjuráðini í Suðurstreymoy