Elskar tú at syngja jólasálmar?

Her fært tú høvi at syngja nærum allar jólasálmarnar í sálmabókini og sálmabókauppískoytinum.
 
Mánakvøldið 12. desember kl. 18.30 fara vit at syngja jólasálmar í Havnar kirkju. Heili 42 og ein hálvan sálm – svarandi til 42,5 km. Sungið verður út í eitt inntil komið er á mál.
 
Kaffi verður at fáa í forkirkjuni.